Ratings & Reviews performance provides an overview of what users think of your app. Here are the key metrics to help you identify how your app is rated by users and how successful is your review management strategy.
Høvuðsevnini í spælinum Í TALLANDI snúgva seg um at skilja hugtøk og at fáa eina fatan av tølum. Eisini eru uppgávur at skriva tølini 1-9, og uppgávur ið leggja dent á talfatan og skap. Tað eru átta uppgávur í spælinum. Børnini mugu loysa hesar uppgávur, fyri at hjálpa høvuðspersóninum, pappageykinum Pól, í føðingardag hjá vinkonuni Poulu (Karinu). Evnini koma eitt og eitt, tá ið spælið verður spælt frá byrjan til enda, men til ber eisini at velja seg inn á ávíst evni beinleiðis frá byrjanarsíðuni. Evnini eru merkt A-E, harafturat eru tríggjar ‘ferðsluljós’- uppgávur, har børnini læra at skriva tøl. Evni A – at skilja hugtøk (langt – stutt) Evni B – at telja og skilja mongdir Evni C – skap og stødd Evni D – tøl og talsiffur Evni E – at bólka og at telja Ferðsluljós – skriva tøl (1-9)